Semingsroynd byrjar í morgin

Semingsroynd byrjar í morgin
Fyrrapartin í morgin fara semingsmenninir saman við manningarfeløgunum og Reiðarafelagnum, at royna at finna semju um nýggjan sáttmála
Semingsmenninir høvdu fund við partarnar, hvør sær, seinnapartin í gjár. Fundurin endaði við, at partarnir samdust um at fara undir samráðingar fyrrapartin í morgin
Mynd: Savnsmynd  
 
04.04.2019 - 16:55

Semingsmenninir høvdu fund við partarnar, hvør sær, seinnapartin í gjár, og tann fundurin endaði við, at partarnir samdust um at fara undir samráðingar fyrrapartin í morgin.

Í dag fyrireika partarnir seg til samráðingarnar í morgin. Reiðarafelagið og manningarfeløgini, Maskinmeistarafelagið, Skipara- og navigatørfelagið og Fiskimannafelagið, byrjaðu at samráðast hálvan februar.

 >> SÍ EISINI Hava útsett ein møguligan arbeiðssteðg

Samráðingarnar slitnaðu seinnapartin hósdagin í farnu viku, tá partarnir gjørdu av at senda boð eftir Semingsstovninum. Samstundis útsettu semingsmenninir ein møguligan arbeiðssteðg frá á miðnátt sunnukvøldið, til á miðnátt næsta sunnukvøld.

Semingsstovnurin fekk tilfar frá pørtunum, og síðani hevur samskifti verið hvønn dag. Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at enn er vónleyst at siga, hvat úrslitið kann gerast, men ein semingsroynd verður gjørd, sigur hann.

Hann sigur, at sum er, ber ikki til at siga nakað sum helst um, hvussu samráðingarnar kunnu enda, og hann kann heldur ikki siga nakað um, hvussu leingi samráðst verður, tað verður støða tikin til so hvørt, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595