- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pressan boðin út aftur

Til seinastu vetrarskrá varð Pressan boðin út alment at framleiða fyri Kringvarp Føroya. Tvey boð komu inn, og tikið varð av boðnum frá Øssuri Winthereig, sum hevur framleitt sendingina fyri Kringvarpið í vetur.
Pressan er sending, ið skal viðgera tíðindini í vikuni og týðandi rák í journalistikki. Verturin á sendingini skal við kønari, fakligari hond leiða lurtaran gjøgnum tíðindameldurin og avdúka vánaligan journalistikk, spuna, falstíðindi og marknaðarføring dulklødd sum tíðindi.
Arbeiðsstaður í Sortudíki
Tann, ið hevur áhuga at gera sendingina, skal áðrenn 1. juni senda inn eina lýsing av, hvussu viðkomandi hugsar sær, at sendingin verður løgd til rættis í mun til val av panellutakarum, val av evnum, samstarv við redaktør og leiklutin hjá vertinum.
Kringvarpið veitir arbeiðsstað, tekniska útgerð í sambandi við upptøku og atgongd til savn.
Kringvarpið tilskilar sær rættin at vraka øll innkomin tilboð.
Útboð eydnast væl
Royndin at bjóða Pressuna út alment hevur eydnast væl, og tí hevur leiðslan avgjørt, at fleiri sendingar fara at verða bodnar út.
Pressan er fyrsta sendingin, ið verður boðin alment út í ár.
Les meira á slóðini her (letur upp í nýggjum kaga) Útboð av útvarpssending



























