Kim Jong-un er opin fyri nýggjum toppfundi

Kim Jong-un er opin fyri nýggjum toppfundi
Kim Jong-un sigur, at samskiftið við Trump er gott, og at hann er opin fyri nýggjum toppfundi við færri kravboðum
 
13.04.2019 - 09:57

Kim Jong-un sigur, at tað vóru júst kravboð og órímilig krøv, sum forkomu samráðingunum millum USA og Norðurkorea, tá leiðararnir báðir hittust í Vjetnam í februarmánaði. 

Tað sigur Kim Jong-un í talu til tjóðartingið, skrivar almenna norðurkoreiska tíðindstovan, KCNA. Hann mælti í taluni til at loysa trupulleikarnar gjøgnum samskifti og samráðingar. 

– Amerikanski mátin við kravboðum til Norðurkorea er eingin gongd leið, segði Kim Jong-un.

 >> SÍ EISINI Her kemur Kim Jong-un til toppfund í Vjetnam

Kim Jong-un er opin fyri nýggjum toppfundi við Trump. Seinasti toppfundurin var í høvuðsstaðnum í Vjetnam, Hanoi, og vardi í tveir dagar. 

Eftir ætlan skuldi avtala undirskrivast um noðurkoreisku kjarnorkuætlanirnar, men næsta fundardagin varð fundurin slitin, og leiðararnir báðir fóru heimaaftur við ongari bindandi avtalu.

Eftir fundin søgdu samráðingarfólk hjá USA, at Norðurkorea vildi ikki binda seg til avdubbing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890