Fótbóltshallir framvegis í nevnd

Fótbóltshallir framvegis í nevnd
Eitt uppskot um at taka málið úr nevndini, hóast einki álit er skrivað, fall í dag
Fótbóltshøll
 
29.04.2019 - 12:17

Fótbóltshallirnar eru framvegis í Mentanarnevndini. Eitt uppskot um at taka málið úr nevndini, hóast einki álit er skrivað, fall í dag.

Men tað var ikki meira enn so, at tað fall. Uppskotið fekk 16 atkvøður fyri og 16 ímóti. 

Tingmenninir Bill Justinussen og Jákup Mikkelsen eiga uppskotið um fótbóltshallir. Tað varð lagt fram 20. september og fór í Mentanarnevndina 8. oktober.

Fekk freist

Nevndin fekk freist frá løgtingsformanninum til 20.januar at koma við áliti. Men einki álit er komið enn.

Tingmenninir báðir skjóta upp, at landskassin rindar helvtina, tá fótbóltshøll verður bygd. Fótbóltshallir hava verið í tinginum fyrr. 

Í tingsetuni 2014 fall uppskot til samtyktar um almennan stuðul til at byggja hallir. Í undanfarnu tingsetu fall málið burtur, tá tingsetan 2017 endaði á ólavsøku í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290