Pál Joensen við í landsliðshópinum

bannari
Pál Joensen við í landsliðshópinum
Pál Joensen verður við á oyggjaleikunum í Gibraltar í summar
 
07.05.2019 - 08:21

Svimjisamband Føroya hevur úttikið svimjararnar, sum skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum í Gibraltar í summar.

Seks kvinnur og seks menn eru úttikin.

Tað er merkisvert, at afturat teimum tólv svimjarunum, er Pál Joensen eisini skrásettur sum svimjari.

Svimjing.com skrivar, at Pál Joensen er við sum svimjari, um tað verður neyðugt at styrkja stafettirnar.

Hann er annars við sum venjari afturat Juan Jaime Arroyo Toledo úr Ægir og Panagiotis Christou úr Havnar Svimjifelagi.

Landsliðshópurin

Alvi Hjelm Havnar Svimjifelag
Bartal Eidesgaard Havnar Svimjifelag
Elisabeth Erlendsdóttir Havnar Svimjifelag
Eyðrið Mortensen Havnar Svimjifelag
Johan N. Dam Havnar Svimjifelag
Óli Mortensen Havnar Svimjifelag
Vár E. Eidesgaard Havnar Svimjifelag
Róland Toftum Suðuroyar Svimjifelag
Barbara Debes Ægir
Rebekka Trygvadóttir Ægir
Rókur Trygvason Ægir
Signhild Joensen Ægir

Birita Debes úr Flot var upprunaliga eisini úttikin sum svimjari, men hon hevur givið avboð.

Føroyar vunnu nógv flest heiðursmerkir í svimjing á oyggjaleikunum í 2017.

Tá vunnu Føroyar tilsamans 35 heiðursmerkir í svimjing, 15 gull, 10 silvur og 10 bronsur.

Oyggjaleikirnir á Gibraltar verða settir 6. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493

Meira um sama evni