Avgjald á flogferðaseðlar

Avgjald á flogferðaseðlar
Tað skal verða dýrari at ferðast við flogfari, sigur danska veðurlagsráðið
 
14.05.2019 - 08:33

 Flogferðir eru ein vaksandi trupulleiki, tá ið ræður um veðurlagið. Trupulleikin er vaksin 50 prosent síðani 1990, og hann verður uppaftur størri, tá vit nærkast 2050.

Tað sigur formaðurin í veðurlagsráðnum, Peter Møllgaard, við DR . Hann skjýtur upp, at eitt CO2-avgjald verður lagt á flogferðaseðlar.

Vøksturin mettur til tvey prosentstig um árið

Vit eiga at leggja avgjald á CO2, sum verður brent í atmosferuni, tá vit flúgva. Vit eiga at gjalda prisin, sum tað kostar at dálka við CO2, sigur Peter Møllgaard. 

Altjóða loftferðslustovnurin IATA hevur mett, at flogferðslan í Evropa fer at vaksa tvey prosentstig um árið hetta til 2037.

Heldur henda forsøgnin, fara danskar floghavnir at avgreiða umleið 50 milliónir ferðafólk í 2037, og heldur gongdin fram, verður talan um 67 milliónir ferðafólk í 2050.

Skjóta upp eitt felags avgjald

Formaðurin í danska veðurlagsráðnum vísir á, at danskir politikarar hava aftrað seg við at viðgera henda spurningin, tí loftferðsla er eitt altjóða mál. Hann heldur, at byrjast kann á norðurlendskum ella evropeiskum stigi.

 Bæði Noreg og Svøríki er undan okkum, og Belgia og Holland hava skotið upp at hava eitt felags avgjald í ES. Danmark kann sum eina byrjan taka undir við hesum tiltøkum, sigur Peter Møllgaard.

Í evropeisku londunum, har avgjald er lagt á ferðaseðlar, er gjaldið millum 10 og 700 krónur. Tað veldst um, hvussu langur flogteinurin er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. mai
Jambalaja - 240525
192336
Leygardag 24. mai
Upp á tá - 230525
192325
Leygardag 24. mai
Vikan 24. mai 2025
192323
Leygardag 24. mai
Morgunlestur leygardagur 24.mai 2025
192150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. mai
Grønir fingrar (1:3) - teknmálstulkað
192322
Leygardag 24. mai
Útilív 6:6 - teknmálstulkað
192321
Leygardag 24. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192319
Fríggjadag 23. mai
Veðrið
192307
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266