Varakanslarin í Eysturríki lagt frá sær

Varakanslarin í Eysturríki lagt frá sær
Heinz-Christian Strache varð avdúkaður fyri at hava lovað einum russiskum ríkmanni almennar sáttmálar. Hann varð lokkaður í eina fellu
Heinz-Christian Strache hevur lagt frá sær sum varakanslari í Eysturríki
 
18.05.2019 - 12:51

Varakanslarin í Eysturríki, Heinz-Christian Strache, leggur frá sær.

Tað boðaði hann frá á tíðindafundi fyrrapartin.

Strache er leiðari í Frælsisflokkinum, FPØ, sum er í samgongu við konservativa flokkin hjá Sebastian Kurz, kanslara.

Strache er komin í politiskt ódnarveður, eftir at týskir miðlar í gjár avdúkaðu eina gølu, har varakanslarin er uppií.

Bjóðar almennar sáttmálar

Á videoupptøkum, sum miðlarnir kunngera, bjóðar Strache eftir øllum at døma einum russiskum ríkmanni almennar sáttmálar aftur fyri politiskan stuðul.

Upptøkan vísir, at Strache hevur fund við annan politikara í Frælsisflokkinum og eina kvinnu, sum Reuters sigur lokkaði hann í felluna.

Strache sigur við kvinnuna, sum sigur seg vera í ætt við russiska ríkmannin, at hann kann senda byggisáttmálar víðari til eina fyritøku, um Frælsisflokkurin fær stuðul afturfyri. 

Hann leggur tó dent á, at alt skal fara lógliga fram. 

Kvinnan bjóðar sær til at játta Frælsisflokkinum stórar peningupphæddir, um flokkurin kemur í stjórn. 

Vita hvør keldan er

Upptøkan skal verða gjørd á sponsku frítíðaroynni Ibiza í juli í 2017, fáar mánaðir fyri valið, sum endaði við, at konservtivi flokkurin og Frælsisflokkurin skipaðu samgongu.

Keldan, sum hevur latið týsku miðlunum videoupptøkurnar, vil vera ónevnd, men Der Spiegel og blaðið Su:ddeutsche vita, hvør keldan er.

Flutningsmálaráðharrin, Norbert Hofer, verður nýggjur varakanslari í eysturríksku stjórnini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911