Kanna hvar grótið kann fara

Kanna hvar grótið kann fara
Landsverk hevur á fundi við Klaksvíkar kommunu í apríl í ár spurt kommununa, um áhugi er fyri at taka ímóti avlopsgróti úr tunlunum norður um Fjall
 
22.05.2019 - 16:08

Klaksvíkar kommuna varð eisini biðin um at vísa á støð í kommununi, har avlopsgrótið úr tunlunum norður um Fjall kann leggjast.

Sambært gerðabókini frá býráðsfundinum 2. mai, hevur Landsverk upplýst, at tunnilsarbeiðið kann byrja um árskiftið 2020/2021, um politisk undirtøka er fyri málinum.

Málið sendast friðingarmyndugleikunum

Landsverk fer í næstum at senda málið til friðingarmyndugleikan, og tá skal Landsverk vísa á ætlan fyri, hvussu farið verður fram við avlopstilfari frá verkætlanini. 

Útrokningar vísa, at einir 430.000 rúmmetrar av gróti fáast úr báðum tunlum. Ymiskar verkætlanir hava verið umrøddar, og eisini ymisk støð, har grótið kann leggjast.

Eitt nú umkoyringarvegurin undir Kjøli, at víðka bátahyling í Árnafirði, Grønhøvdi, byrgingin um Haraldssund og Norðhavnin, stendur í gerðarbókini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155