Ólógligar facebooklýsingar í valstríðnum

bannari
Ólógligar facebooklýsingar í valstríðnum
Donsk valevni brúka túsundtals viðkvæmar dátur hjá borgarunum uttan samtykki
Valevni í Danmark brúka viðkvæmar dátur hjá borgarunum uttan samtykki, siga løgfrøðiligir serfrøðingar við Danmarks Radio
Mynd: Skíggjamynd á Facebook  
 
28.05.2019 - 08:22

DR hevur kannað lýsingar á Facebook hjá teimum báðum donsku valevnunum til forsætisráðharrasessin undan fólkatingsvalinum, sum verður 5. juni.

Serfrøðingarnir siga, at dáturnar, sum gera tað møguligt at eyðmerkja, hvørjir veljarar skulu síggja lýsingarnar, eru savnaðar ólógliga, og at dáturnar tí eru ólógligar at brúka.

Facebook hevur greinað, hvørjar flokkar meira enn ein millión danskir veljarar hava áhuga í út frá atburðinum á sosiala miðlinum.

Privatar upplýsingar misnýttar

Tað eru hesar dáturnar, sum Vinstriflokkurin og Sosialdemokratarnir brúka í sínum lýsingarherferðum fyri teirra valevnum til forsætisráðharrasessin.

Talan er um privatar upplýsingar, sum flokkarnir brúka uttan samtykki frá brúkarunum, sigur Sten Schaumburg-Müller, sum er professari í KT á Syddansk Universiteti. 

 Tá lýsarar brúka persónsdátur til at senda til útvald fólk, so gera teir tað eftir mínari meting ólógliga, tí teir hava ikki biðið um samtykki.

Dátueftirlitið kanska upp í málið

Somu fatan hevur professari í KT- og miðlarætti á Aalborg Univesiteti, Søren Sandfeld Jakobsen, eins og Ayo Næsborg-Andersen, lektari í persónsdáturætti á Syddansk Universiteti.

Danska Dátueftirlitið umhugsar nú at taka málið til viðgerðar.

 Sum útgangsstøði er jú bann fyri at brúka hesar upplýsingarnar, sigur Allan Frank, KT-trygdarserfrøðingur og løgfrøðingur á Dátueftirlitinum við Danmarks Radio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815