Samanleggingin dregur út

Samanleggingin dregur út
Tað gongur striltið at leggja saman IRF og KOB
Brennistøðin hjá IRF varð umbygd í fjør
 
03.06.2019 - 12:09

Á vári í fjør heitti Tórshavnar kommuna á IRF um at kanna møguleikarnar fyri at Havnin gerst limur í IRF á jøvnum fóti við hinar limakommunurnar. 

Sambært IRF varð arbeitt alt árið í fjør við at kanna møguleikan at savna alt burturkast og alla endurnýtslu í Føroyum hjá IRF. 

Ætlanin var, at IRF og Tórshavnar kommuna skuldu leggja eitt kunnandi uppskot fyri allar kommunur á heysti 2018. Men tað varð av ongum. 

Ein brennistøð

Men tað verður lagt fram í næstum, sigur IRF. Brennistøðin hjá Tórshavnar kommunu, KOB, varð bygd út í 2014.

Brennistøðin hjá IRF varð umbygd í 2018. Livitíðin hjá støðunum er 15 ár, frá tí tær vórðu umbygdar ella útbygdar.

Tá er ætlanin at byggja nýggja felags brennistøð fyri alt landið, sigur IRF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595