Sendir fólk til Føroya at kanna matvørur

Sendir fólk til Føroya at kanna matvørur
Brasilski matvørumyndugleikin MAPA kemur til Føroya á eftirlitsvitjan í heyst
Heilsufrøðiliga starvsstova skal hava eftirlit í Føroyum fyri brasilska matvørumyndugleikan.
 
14.06.2019 - 13:05

Føroysk virki kunnu seinni í ár selja fisk til Brasil.

Brasilski matvørumyndugleikin MAPA kemur til Føroya á eftirlitsvitjan í heyst.

Endamálið er at góðkenna Heilsufrøðiligu starvsstovuna sum skikkaðan eftirlitsmyndugleika í Føroyum.

Brasilska vitjanin í Føroyum varir tíggju arbeiðsdagar. 

Tvey eftirlitsfólk frá MAPA vitja og kanna Heilsufrøðiligu starvsstovuna, og saman við umboðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni verður farið á eftirlitsvitjan á tíggju fiskavirkjum og alivirkjum, á verksmiðjuskipum og alibrúkum.

Á eftirlitsvitjanini í heyst skulu brasilsku myndugleikarnir kanna og góðkenna føroyska matvøruframleiðslu og eftirlitið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, við tí fyri eyga at fáa regluligan føroyskan útflutning til Brasil í lag. 

Avgerð verður tikin um, hvar MAPA og HFS fara á eftirlitsvitjan, tá freistin um tilmelding til brasilska listan er farin, og greitt er, hvørji virki hava ætlanir um at útflyta matvørur til Brasil.

Freistin at boða frá er til týsdagin 18.juni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037