Her er minnisvarðin í Svínoy

Her er minnisvarðin í Svínoy
Ein minnisvarði er reistur fyri tey, sum eru farin í vanlukkum á sjógvi og landi í Svínoy
 
15.06.2019 - 16:58

Ein minnisvarði er nú at síggja í Svínoy. Minnisvarðin er reistur fyri tey, sum eru farin í vanlukkum í Svínoy, og hetta er skipað so langt aftur í tíðina, sum skrivligar keldur greiða frá vanlukkunum.

Tað er farið heilt aftur til 1739 og fram til 1984. í hesum tíðarskeiði eru 51 menn og ein kvinna farin.

Svínoy hevur verið hart rakt av bátsvanlukkum. Í tíðarskeiðnum 1861-1913 gingu seks Svínoyarbátar burtur við tilsamans 24 monnum. 

Listarmaðurin Edward Fuglø hevur sniðgivið minnisvarðan, sum er framleiddur í Týsklandi. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392