Dýrandi fullir tannáringar í Havn kravdu viðgerð

Dýrandi fullir tannáringar í Havn kravdu viðgerð
Politiið hevði úr at gera í gjárkvøldið og í nátt við at senda ungdómar til samarittar ella á Landssjúkrahúsið
Ringt var alla tíðina til 112 í gjárkvøldið og í nátt, sigur politiið, sum hevði úr at gera
 
30.06.2019 - 10:04

20 slíkir tilburðir eru skrásettir, og aðrir 20 eru ikki skrásettir. Hetta hendi í sambandi við Voxbotn. 

Tað, sum órógvar politiið, er, at talan er um heilt ung fólk, úr 14 upp í 18 ár. Og tey vóru ikki bara full, men dýrandi full.

Politiið sigur, at eins nógv var at gera í nátt sum á einum heilum G!-festivali ella Summarfestivali.

Koyrdi á steyra

Ein bilur koyrdi á ein steyra við Hoyvíksvegin í Havn klokkan hálvgum níggju í gjárkvøldið.

Tveir ungir menn vórðu fluttir á Landsssjúkrahúsið. Bilførarin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, sigur politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860