Ákærdur fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur

Ákærdur fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur
Ein 24 gamal maður er ákærdur fyri tvær neyðtøkur, fyri harðskap og fyri at bróta løgbann. Noktar seg sekan
Føroya rættur viðger neyðtøkur hesa vikuna.
 
03.07.2019 - 12:39

Ein 24 gamal maður er ákærdur fyri tvær neyðtøkur, fyri harðskap og fyri at bróta løgbann.

Maðurin noktar seg sekan í øllum ákærum, men viðgongur tó at hava verið harðligur, men tó langt frá tí so harðligur, sum ákæruritið sigur.

Ikki ber til at endurgeva tað, sum maðurin sigur í rættinum.

Verji hansara bað í fyrsta lagi um afturlatnar dyr, í øðrum lagi um endurgevingarforboð og, í triðja lagi um navnaforboð.

Verjin segði tað vera særandi fyri ákærda mannin, um frágreiðing hansara verður almenn. 

Og málini, hann er ákærdur fyri, eru so gomul, segði verjin eisini.

Ákærin mótmælti hesum krøvum. Hjásitararnir hjá kvinnunum høvdu onga viðmerking.

Dómarin gjørdi síðani av at áseta endurgevingarforboð, millum annað tí, at málini eru so gomul. 

Maðurin er ákærdur fyri at hava neyðtikið eina kvinni í einum kliva á Norrønu eina februarnátt í 2017 og eina kvinnu í einari íbúð í Havn eina marsnátt í 2018.

Harðskapur og vinaumbøn

Hann er eisini ákærdur fyri harðskap móti seinnu kvinnunu beint eftir neyðtøkuna, hann er ákærdur fyri.

Og hann er ákærdur fyri at senda henni tvær vinarumbønir á snapchat eina oktobernátt í fjør, hóast hann hevði fingið løgbann, tilhald, fyri at seta seg í samband við hana.

Føroya rættur hevur sett av tríggjar dagar til hesi málini.

Ákærin krevur fongulsrevsing, verjin frídøming.

Kvinnurnar í málunum krevja endurgjald.]]

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928