Útlendingar skulu læra føroyskt fyri at vera her

Útlendingar skulu læra føroyskt fyri at vera her
Útlendingar, sum koma til Føroya at búgva, skulu hava lokið prógv á einum føroyskum mál- og samfelagsskeiði fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi her
Fólk, sum flyta til Føroya, skulu læra um Føroyar.
 
03.07.2019 - 13:11

Útlendingar, sum koma til Føroya at búgva, skulu hava lokið prógv á einum føroyskum mál- og samfelagsskeiði fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi her. 

Tað er ætlanin, nú ein politikkur um tilflytarar verður fyrireikaður.

Og hetta var eitt høvuðstilmæli í integrasjónsálitinum frá 2011.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur svarað spurningum frá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu.

Hon spurdi um arbeiðið við integrasjónini í Føroyum.

Semja við Danmark 

Í vetur fekst semja við donsku stjórnina um at flyta ein stóran part av umsitingini av uppihaldsloyvum í útlendingalógini á føroyskar hendur. 

Í avtaluni við danir varð ásett, at føroyskir myndugleikar í løgtingslógini um integrasjón kunnu seta sum treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at útlendingar hava tætt tilknýti til Føroyar.

Tey skulu tí lúka málslig krøv og hava innlit í føroyska mentan og samfelagslig rættindi og skyldur.

Poul Michelsen sigur, at arbeiðsgevarar eiga eisini at tryggja, at integrasjónin í Føroyum riggar.

Hann sigur, at ein yvirskipað integrasjónslóggáva fer ikki einsamøll at loysa avbjóðingarnar. 

Integrasjón er eisini á arbeiðsmarknaðinum, í grannalagnum og í øðrum felagskapum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531