Føroyar tóku fet móti finaluni

Føroyar tóku fet móti finaluni
Føroyska U17 landsliðið bukaði Hvítarussland av í fyrsta dystinum í miðumfarinum
Mynd: Harald Bjørgvin  
 
04.07.2019 - 11:19

Føroyska U17 landsliðið í hondbólti hevur tikið týdningarmikið fet móti finaluni í European Open í Gøteborg.

Í morgun vunnu Føroyar 32-21 á Hvítarusslandi, sum var bólkavinnari í bólki D. Hálvleiksstøðan var 19-9 til Føroyar.

Toppskjútti á føroyska liðnum bleiv Elias Ellefsen á Skipagøtu við ellivu málum.

Í løtuni spæla Spania og Ungarn. Vinnur Spania tann dystin, so hava Føroyar tryggjað sær pláss í finaluni.

Vinnur Ungarn dystin, skulu Føroyar hava vinna ella spæla javnleik ímóti Ungarn seinnapartin.

Føroyar og Ungarn spæla klokkan 14.45. FM 1 sigur frá dystinum, og hann verður eisini stroymdur á ehftv.com

Føroyar-Hvítarussland 32-21 (19-9)

Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 mál
Hákun West av Teigum 6 mál
Janus Dam Djurhuus 4 mál
Pauli Mittún 3 mál
Rói Ellefsen á Skipagøtu 3 mál
Viktor Gaini 2 mál
Sveinur Olafsson 2 mál
Bogi Hansen 1 mál

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066