Kajakkir í ringum sjógvi norðanfyri

Kajakkir í ringum sjógvi norðanfyri
Tyrlan hjá Atlantic Airways bjargaði fimm rógvarum, báturin Búðadal úr Haraldssundi bjargaði einum. Hinir tríggir róðu sjálvir til lands
Kajakk (tilvildarlig mynd).
 
04.07.2019 - 12:28

Nakrar kajakkir komu í havsneyð í streyminum norðan fyri Enniberg í gjár.

Tyrlan hjá Atlantic Airways bjargaði fimm rógvarum, báturin Búðadal úr Haraldssundi bjargaði einum.

Hinir tríggir róðu sjálvir til lands.

Rógvararnir, sum eru úr Ísrael, fór úr Eiðsvík, sum er tann eystari lendingin á Viðareiði.

Tað byrjaði klokkan fimm seinnapartin, tá Sjóbjargingarstøðin, MRCC, fekk boð frá einari kajakk, sum var komin í trupulleikar norður úr Ennibergi. 

Níggju kajakkrógvarar fóru úr Eiðsvík í gjár.

Teir komu í ringan sjógv norður úr Ennibergi, og rógvarnir skiltust hvør frá øðrum og róðu í bólkum. 

Tann, sum boðaði frá, var saman við einum øðrum.

Stórt átak

Tyrlan, Tjaldrið, Einar Mikkelsen, nógvir bjargingarbátar og aðrir bátar vóru við.

Tyrlan var fyrst á staðið, har hon kom fram á tríggjar kajakkir, sum róðu undir landi.

Men rógvararnir veittraðu til tyrluna, at hon skuldi halda fram, tí teir vóru ikki beinleiðis í vanda.

Nakað seinni kom tyrlan fram á tríggjar aðrar kajakkir, sum hildu seg tætt saman. 

Hesar tríggjar rógvararnar tók tyrlan upp. 

Síðani kom tyrlan fram á tvær aðrar kajakkir, sum eisini vóru tætt saman.

Hesar báðar rógvararnar tók tyrlan eisini upp.

Bátur fylgdi einum rógvara

Ivi var so um seinasta rógvaran. 

Men tyrlan fann hann, og báturin Búðadal úr Haraldssundi tók hann upp.

Teir seinastu tríggir, sum enn vóru í sínum kajakkum, róðu framvegis tætt undir landi.

Fløttur, sum er lítli báturin hjá Norðoya bjargingarfelag, fylgdi teimum. Teir settu upp í Eiðsvík í øllum góðum.

Tjaldrið setti út MOB bátin, og hann tók tær fimm tómu kajakkirnar.

Tyrlan fór til Klaksvíkar við teimum fimm rógvarunum. Har bíðaðu løgreglan og sjúkralið eftir teimum.

Kajakkrógvararnir eru útlendingar, tey eru úr Ísrael.

Útróðrarbátur stegðaði

Meðan bjargingarátakið var, boðaði ein lítil útróðrarbátur frá, at hann var uppsteðgaður í Mykinesfirði.

Ein annar útróðrarbátur var nærhendis og royndi at sleipa. Men líkindini vóru so vánalig, at endin slitnaði. 

Báturin tók so báðar menninar av steðgaða útróðararbátinum. 

Bjargingarbáturin Sverrri kom síðani til hjálpar. Tá var báturin rikin langt norður um Barðið. 

Men tað eydnaðist Sverra at seta fast á bátin og byrja sleipið, upplýsir MRCC.

Sambært Vágaportalinum kom Sverri á Miðvági við útróðrarbátinum klokkan hálvgum ellivu í gjárkvøldið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979