Makrelkanningin er byrjað

Makrelkanningin er byrjað
Seks skip eru við í kanningini, sum byrjaði fríggjadagin, tá føroyska skipið, Finnur Fríði, byrjaði sunnanfyri
Finnur Fríði ger aftur í ár kanningina fyri Føroyar.
 
05.07.2019 - 12:34


Árliga altjóða makrelkanningin er byrjað.

Seks skip eru við í kanningini, sum byrjaði fríggjadagin, tá føroyska skipið, Finnur Fríði, byrjaði sunnanfyri.

Hini skipini eru úr Íslandi, Danmark, Noregi og Grønlandi.

Í hesari vikuni byrja fýra skip, eitt í Norðsjónum, eitt norðan fyri Ísland og tvey í Norðurhavi. 

Sætta skipið fer at gera kanningar í grønlendskum øki seinni í juli.

Í hesum árligu makrelkanningunum verður vistskipanin lýst við serligum denti á makrel í Norðurhøvum.

Kanna eisini annað

Talan er um yvirlitstroling eftir makreli, umframt ekkókanningar av sild og svartkjafti. 

Umhvørviskanningar verða eisini gjørdar, har salt og hiti verða mátað niður á 500 metra dýpi.

Djóraæti verður kannað við glúpi.

Úrslitið verður brúkt, tá makrelurin skal stovnsmetast seinni í summar. 

Í ár ber til at síggja, hvar kanningarskipini eru stødd, og hvussu langt tey eru komin við kanningunum. 

Leinki til kort við kanningargongdini er hjá Havstovuni, hav.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776