Føroyar vunnu European Open

Føroyar vunnu European Open
Hondbóltsbragd er framt í Svøríki
Mynd: Harald Bjørgvin  
 
05.07.2019 - 21:20

Føroyska U17 landsliðið í hondbólti hevur hugtikið alt Føroya land í eina viku, og dreingirnir settu krúnuna á verkið í kvøld.

Føroyar vunnu, frammanfyri 6.000 áskoðarum, 36-29 á Svøríki í finaluni. Hálvleiksstøðan var 16-15 til Føroyar

Dysturin var ógvulig javnur, har liðini bæði mest sum skiftust um at skora mál líka til 15 minuttir vóru eftir.

Tá eitt korter var eftir var framvegis púra javnt, men so byrjaði at síggjast munur á. Føroyska liðið vísti enn einaferð øgiliga styrki.

Hetta var serliga sjónligt, tá føroyska liðið móti endanum hevði eina trygga leiðslu og loyvdi sær at undirhalda mongu áskoðarunum við flottum detaljum.

Síðstu løtuna var alt avgjørt, og tað bleiv bara bíðað eftir, at dreingirnir kundu hátíðarhalda hendan flotta sigurin saman við venjaraparinum, Julian Johansen og Mark Marcher.

Tað er eingin ivi um, at talan er um ein serligan árgang, tí tað er mest sum óhoyrt, at eitt so lítið land sum Føroyar kann vinna eina so stóra kapping í liðítrótti.

24 evropeisk landslið vóru við frá byrjan, og Føroyar hava vunnið kappingina!

 

Svøríki-Føroyar 29-36 (16-15)

Elias Ellefsen á Skipagøtu 11 mál
Janus Dam Djurhuus 6 mál
Pauli Mittún 6 mál
Hákun West av Teigum 4 mál
Viktor Gaini 3 mál
Sveinur Olafsson 3 mál
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2 mál
Kristoffur Bjørgvin  1 mál

Hesir hava umboðað Føroyar í European Open

Pauli Jacobsen Skanderborg málverji
Brandur Silvurstein Skjern málverji
Baldur Gillason Skjern vinstri vongur
Janus Dam Djurhuus Skjern vinstri vongur
Kristoffur Bjørgvin Oure vinstri vongur
Bogi Hansen Skjern høgri vongur
Hákun West av Teigum Skanderborg høgri vongur
Pauli Mittún Skjern vinstri bakkur
Ovi Lutzen Kyndil vinstri bakkur
Elias Ellefsen á Skipagøtu Skanderborg spælskipari
Rói Ellefsen á Skipagøtu Ikast/KFUM spælskipari
Brian Slyne Skjern høgri bakkur
Sveinur Olafsson H71 høgri bakkur
Ragnar Karlsson Oure strikuspælari
Viktor Gaini Vies strikuspælari
Sakir Tróndarson Frýdals H71 strikuspælari

U17

Úrslitini hjá Føroyum í European Open

Føroyar-Norra Innleiðandi 32-22
Føroyar-Spania Innleiðandi 31-27
Føroyar-Estland Innleiðandi 22-11
Føroyar-Georgia Innleiðandi 28-23
Føroyar-Ísrael Innleiðandi 16-18
Føroyar-Hvítarussland Meginumfar 32-21
Føroyar-Ungarn Meginumfar 22-20
Føroyar-Svøríki Finala 36-29

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. august
Morgunlestur leygardagur 17. august 2024
179111
Fríggjadag 16. august
RagnarRokk: Juan Garcia um Toxic Grace
179292
Fríggjadag 16. august
Morgunlestur fríggjadagur 16. august 2024
179080
Hósdag 15. august
RagnarRokk 15.august 2024
177311
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 17. august
Olympiski dreymurin - teknmálstulkað
179320
Leygardag 17. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179318
Fríggjadag 16. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179277
Fríggjadag 16. august
Veðrið
179305
Mikudag 14. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179206