Nógvar fráboðanir um skilaleysar yvirhálingar

Nógvar fráboðanir um skilaleysar yvirhálingar
Løgreglan hevur seinastu dagarnar fingið nógvar fráboðanir frá ørkymlaðum bilførarum
Nógv fólk hava seinastu dagarnar boðað frá skilaleysum yvirhálingum á landsvegunum. Bilarnir á myndini hava ikki samband við umrøðuna í greinini
 
14.07.2019 - 11:51

Nógv fólk hava síðstu dagarnar ringt til løgregluna og boðað frá skilaleysari koyring í óbygdum øki á landsvegunum, í nógvu ferðsluni, sum hevur verið á vegunum í samband við G! festivalin.

Bilførarar hava í nógvu ferðsluni mist tolið, og hava gjørt skilaleysar yvirhálingar í óbygdum øki. Tað er kortini avmarkað - fyri ikki at siga einki - hvat løgreglan víðari kann gera við málini.

Tá fólk, sum boða okkum frá, ikki hava skrivað niður nummarpláturnar á bilunum, sum yvirhála, kunnu vit sum so ikki gera meira við málini, sigur vakthavandi á politistøðini.

Tí kann eingin av bilførarunum, sum løgreglan hevur fingið fráboðan um teir seinastu dagarnar, revsast fyri skilaleysa koyring.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816