Hitabylgja noyðir kjarnorkuverk at steingja

Hitabylgja noyðir kjarnorkuverk at steingja
Myndugleikarnir í Fraklandi hava stongt tvey kjarnorkuverk í nógva hitanum í landinum
Franskir myndugleikar hava gjørt av at steingja tvey kjarnorkuverk, tí vandi er fyri at vatnið í áunum við verkini verður ovurupphitað
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
24.07.2019 - 15:12

Franskir myndugleikar hava gjørt av at steingja tvey kjarnorkuverk, tí vandi er fyri at vatnið í áunum við verkini verður ovurupphitað.

Vatnið verður brúkt til at køla verkini niður, og heita vatnið frá verkunum verður síðani leitt út aftur í áirnar. Um vatnið gerst ov heitt, kann tað ávirka djóralívið í áunum. 

Veðurfrøðingar meta, at hitin í Fraklandi, Týsklandi, Belgia, Luksemborg, Hollandi og øðrum londum har á leið fer at liggja um 40 stig næstu dagarnar. Mett verður, at hitin fer at seta met nógvastaðni.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at neyðugt er at steingja kjarnorkuverk í Fraklandi orsakað av nógvum hita. Í 2018 stongdi EDF Energy eisini tvey kjarnorkuverk, skrivar Ingeniøren.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263