Einki regn og eingin vindur krevur olju í staðin

Einki regn og eingin vindur krevur olju í staðin
Turra og stilla várið og summarið hava gjørt, at SEV brúkar meiri olju, tí umstøður eru ikki fyri at gera varandi orku
Lítið avfall hevur verið í summar, og tað sæst aftur á oljukontuni hjá SEV
 
16.08.2019 - 13:03

SEV roknaði við at skula brúka 38.000 tons av olju í ár, men longu nú er greitt, at oljubrúkið fer upp um 40.000 tons.

Ætlanin var at fáa sjey olju-lastir til Føroya í ár, men nú verða tær átta, sigur Heri Mortensen, deidarleiðari hjá SEV.

Í apríl í ár brukti SEV 31 prosent meira olju enn í apríl í fjør. Í mai var oljunýtslan 85 prosent størri enn í mai í fjør. Í juni var hon 30 prosent størri og í juli 22 prosent størri enn í juli í fjør.

SEV væntar at skula brúka ein fjórðing meira í olju í ár enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804