Freistin úti á nátturða

bannari
Freistin úti á nátturða
Valevnislistarnir til løgtingsvalið 2019 skulu vera inni í seinasta lagi klokkan 18 í kvøld
 
17.08.2019 - 09:03

Í seinasta lagi klokkan 18 í kvøld skulu valevnislistarnir til løgtingsvalið verða forkvinnuni í løgtingsvalnevndini í hendi, skrivar Innlendismálaráðið.

Sambært løgtingsvallógini, sum er frá 1978 og dagførd í 2002, má ein valevnislisti hjá einum politiskum flokki ikki hava meira enn 43 valevni.

Ein valevnislisti skal vera undirskrivaður av valevnunum, góðkendur av einum flokki, sum hevur rætt til at luttaka á valinum, ella undirskrivaður av í minsta lagi 400 og í mesta lagi 450 veljarum, sum stillarum.

Ongin má stilla upp upp á meira enn einum vallista, og ongin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnislista, sambært løgtingsvallógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961