Tingfundur um 12 dagar

bannari
Tingfundur um 12 dagar
Í seinasta lagi leygardagin 14. september skal nývalda løgtingið hava sín fyrsta fund og velja formansskap
Nývalda løgtingið hevur fund í seinasta lagi um 12 dagar
 
02.09.2019 - 13:14

Elsti tingmaður situr í formansstólinum, til nýggjur formansskapur er valdur.

Stýriskipanarlógin sigur, at nývalda løgtingið kemur saman klokkan 10:00 tólvta yrkadag eftir valdagin. Men løgmaður kann boða til fundar fyrr enn tað.

Aksel V. Johannesen er løgmaður so leingi, hann ikki hevur ein meiriluta móti sær. Aksel V. Johannesen hevur eisini heimildina at skipa samgongu.

Men leggur hann frá sær, kallar løgtingsformaðurin formenninar í flokkunum á fund og spyr teir, hvør skal hava rættin at samráðast um samgongu.

Tíggju dagar

Í 2015 legði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, frá sær dagin eftir valið. Tá var so formansumfar.

Sambært stýriskipanarlógini er reglan tann, at innan 10 yrkadagar eftir, at fráfarandi løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr embæti, leggur løgtingsformaður uppskot um løgmansevni fyri løgtingið. 

Løgtingið skal í seinasta lagi fjórða yrkadagin eftir at tað hevur fingið uppskotið atkvøða um tað. Fellur  uppskotið, verður aftur formansumfar. Hesa ferð er freistin fýra dagar.

Um so er, at løgtingið fýra ferðir fellir uppskotið hjá løgtingsformanninum um løgmann, skrivar starvandi løgmaður út nýval til løgtingið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858