Fleiri snávingarsteinar eftir enn

bannari
Fleiri snávingarsteinar eftir enn
Tað hevur ljóðað, at tað hevur gingið væl við samgongusamráðingunum, men sum skilst, eru fleiri snávingarsteinar eftir enn
 
10.09.2019 - 13:08

Tað ljóðar, at tað serliga eru etisk mál og fiskivinnumál, sum Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin ikki eru samdir um enn.

Viðvíkjandi fiskivinnuna eru ósemjurnar millum annað um uppboðssøluna - um hon skal strikast heilt og hvør skal hava tað sum er selt á uppboðssølu umframt hvat skal henda við menningarkvotum.

Bill Justinussen úr Miðflokkinum atkvøddi fyri fiskivinnunýskipanini hjá samgonguni og tað vóru smálutir, ið gjørdu, at Sambandsdlokkurin ikki tók undir við henni. 

Samráðingarleiðarin framvegis fáorðaður

Fólk vilja eisini vera við, at tað enn er ósemja um hjúnabandslógina, sum bleiv alment í síðstu viku. Hetta málið liggur enn hjá formonnunum til viðgerðar. 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og samráðingarleiðari, var fáorðaður tá útvarpið tosaði við hann í tíðindunum á døgurða.

– Tað haldi eg, eg fyrst skal fortelja fyri løgtingsformanninum áðrenn eg fari at fortelja miðlunum. Eg fari inn til løgtingsformannin fyrst, at boða honum frá, hvat skal henda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114