THW Kiel áhugað í Jóhan á Plógv

THW Kiel áhugað í Jóhan á Plógv
Týska stórfelagið THW Kiel váttar, at tey fylgja væl við føroyinginum á danska hondbóltslandsliðnum
 
17.09.2019 - 09:47

Søgur hava gingið í rúma tíð um, at fleiri feløg í Týsklandi eru áhugað í Jóhan á Plógv Hansen, sum dagliga spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini við Bjerringbro-Silkeborg. Og nú váttar THW Kiel, at so er.

Stjórin í THW Kiel, Viktor Szilagyi sigur við týska miðilin Kieler Nachrichten, at tey hava fylgt væl við gondini hjá Jóhan á Plógv Hansen. Men Szilagyi minnir á, at tey eisini hyggja eftir øðrum leikarum.

Sáttmálin hjá Jóhan á Plógv Hansen við Bjerringbro-Silkeborg gongur út í 2021, men danski miðilin TV2 Sport vil vera við, at í sáttmálanum er eitt fyrivarni, sum tryggjar Jóhan á Plógv Hansen møguleikan at fara longu í summar.

Týska hondbóltsdeildin telist millum heimsins bestu, og THW Kiel er tað felagið, sum hevur vunnið deildina oftast. 20 ferðir er talan um.

Í THW Kiel spæla eitt nú svensku Nicklas Ekberg og Ole Rahmel, umframt at landsliðsliðfelagarnir, Magnus Landin og Niklas Landin, eisini hava sáttmála við felagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328