Nýggj grundlóg í Sýria

Nýggj grundlóg í Sýria
Stjórnin í Sýria og andstøðan í landinum eru samd um, at fara undir samráðingar um eina nýggja grundlóg í kríksherjaða landinum, upplýsir ST
 
29.09.2019 - 14:43

Serligi sendimaðurin hjá ST í Sýria, norðmaðurin Geir O. Pedersen, skal leggja nevndini lag á samáðingarnar. Ætlanin er, at grundlógarnevndin skal hava høvuðssæti í Geneve, upplýsir samráðingarleiðarin.

150 limir skulu vera í nevndini. Ein triðingur skal veljast av stjórnini, ein triðingur av andstøðuni, meðan ST skal tilnevna seinasta triðingin.

Ósemja hevur verið um grundlógina, tí stjórnin vil bert gera smávegis broytingar í verandi grundlógini í Sýria, meðan andstøðan vil hava eina nýggja grundlóg fyri landið.

Ynskið komið úr Sýria

– Eg vænti og vóni, at grundlógarnevndin fer at hava við sær, at kríggið í Sýria endar, sigur ST aðalskrivarin, Antonio Guterres.

Hann legði aftrat, at ynskið um nevndina er komið úr Sýria, og at fólk úr Sýria skulu standa á odda fyri grundlógarnevndini.

Seinastu tíðina hava herdeildir hjá Bashar al-Assad, forseta, við hjálp úr Ruslandi, tikið stór økir í Sýria, og mett verður, at stjórnarherurin hevur valdið á 60 prosentum av landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120