Fyrstu spurningar í valskeiði og tingsetu komnir

Fyrstu spurningar í valskeiði og tingsetu komnir
Fyrstu grein 52a fyrispurningarnir í hesari tingsetuni og í hesum valskeiðinum eru komnir
Fyrstu grein 52a spurningarnir eru komnir
 
02.10.2019 - 12:55

Báðir eru frá nýggjum tingmonnum, báðir eru til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, og báðir eru um samferðslu. 

Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum spyr um tunlarnar norður um Fjall. Jóhannis Joensen í Javnaðarflokkinum spyr um bussleiðina millum Vágar og Havnina.

Steffan Klein Poulsen spyr, nær farið verður undir at bora norður um Fjall, og hvussu tunlarnir skulu fíggjast.

Jóhannis Joensen spyr, um Jørgen Niclasen fer at tryggja, at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum verður broytt, so næmingar, sum ganga í Glasi og búgva í Vágum, smidliga sleppa til og frá skúla.

Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin fer at endurskoða ferðaætlanina millum Vágar og Havnina við atliti at ferðing til arbeiðis og frá arbeiði.

Grein 52a

Grein 52a fyrispurningar sipa til grein 52 í tingskipanini. Tingfólk kunnu seta løgmanni og landsstýrisfólkum skrivligar spurningar, sum ikki eru settir á annan hátt, um almenn viðurskifti.

Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn. 

Løgmaður og landsstýrisfólk kunnu eisini, við skrivligari grundgeving, boða frá, at spurningur ikki verður svaraður. Í farnu tingsetu vóru 88 grein 52a fyrispurningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Hósdag 29. januar
Breddin: Vitlíki og sálarheilsa
203423
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377