Plátubarrin

TEMA: Bat Out of Hell - Meat Loaf og Jim Steinman
24-04-2021
Jim Steinman, sum skrivaði tónleikin til Bat Out of Hell' albumið frá 1977, andaðist mánadagin 19. apríl '21. Henda Temapláta er honum til minnis.

Eftir fleiri ára royndir eydnaðist tað Jim Steinman og Meat Loaf at sannføra eitt plátufelag um dygdina í tilfarinum og harvið geva tað út. Tað bleiv ein heimssucces og framvegis spæla útvørpini løg sum 'Two Out of Three Ain't Bad', 'Bat Out of Hell', og 'You Took the Words Right Out of My Mouth.

Alt 1975 og 1976 royndu Jim Steinman og Meat Loaf at fáa plátufeløg at taka undir við teirra ætlan um eina LP plátu, men illa bar til. Managarin, David Sonenberg, skemtaði við hesum og segði, at Steinman og Meat Loaf sjálvir stovnaðu plátufeløg, bara fyri at kunnu verða avvístir. Heilt síðan 1974 høvdu teir arbeitt hart og spælt tilfarið fyri bransjufólki, og í 1976 framførdu teir alla Bat Out Of Hell á einari konsert, so har har vantaði bara ein undirskrivt.

CBS niðurgjørdi ætlanina, Warner Bros. sýndi góð tekin, men høvuðsstjórin segði nei. Tað endaði við, at Cleveland International, ið samstarvaði við Epic, tók kjansin. Ikki so býtt, tá hugsað verður um, at í 2014 var sølutalið 34 milliónir seld eintøk av 'Bat Out of Hell'.

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Útgávan verður mangan nevnd diskoplátan hjá Abba. Kend hitt eru: 'Does Your Mother Know', 'I Have a Dream', 'Chiquitita', 'Voulez-Vous', og 'If It Wasn't For The Night'.
15-01-2023
Tann seinasta í eini røð við Whitesnake-útgávum, sum stór undirtøka var fyri. Størstu samtíðarhittini vóru: 'Fool For Your Loving '89' og 'The Deeper the Love'.
07-01-2023
Øll 12 løgini. Talan er um samrøðusending, her Steintór greiðir frá løgunum og hugleiðir um evni, ið geva honum íblástur. 'Góð góð góð' og 'Títt smíl' eru tvey nógv spæld løg.
31-12-2022
Eyðbjørn av Kamarinum greiðir frá lívi sínum við atliti til tónleikabólkin, 'Tey av Kamarinum', har hann var við øll árini. Í sendingini verða løg spæld frá 1959 til 2005.
31-12-2022
'Sunshine Reggae', 'Bakerman', 'Maybe I'm Crazy', 'High Society Girl', 'White Horse', 'One Life', 'Elevevator Boy', og eykalagið, 'Cocaine Cool'.
26-12-2022
Partvíst minnissending um Oliviu Newton-John, sum doyði í 2022. Vit hoyra hana einsamalla og saman við John Travolta, eins og 'Sha-na-na' spælir fleiri løg í sendingi
26-12-2022
Tað mest selda albumið hjá The Boss, ið var plettskot í níggju londum. Umframt heitislagið eru 'Dancing in the Dark', 'Cover Me', 'I'm Going Down', og 'I'm On Fire' kend løg.
17-12-2022
Mest selda Bowie albumið. Heitislagið var eisini eitt tað mest spælda lagið av øllum í fýrsunum. Onnur kend løg á útgávuni eru: 'China Girl', 'Modern Love', og 'Cat People'.
10-12-2022
'Í nátt falla flykrur' er heitið. Rani Nolsøe skrivaði lagið til hesa yrking hjá Sólrun Michelsen, skaldi. Rani Nolsøe og Ingibjørg Hansen syngja. Plátubarrin 3. desembur 2022
05-12-2022
Christine McVie doyði tann 30. novembur 2022. Hon var tangentspælarin í enskt-amerikanska bólkinum, Fleetwood Mac, ið eisini sang og skrivaði fleiri av kendastu løgunum.
03-12-2022
Tann mest selda útgávan, sum danir ella norðmenn hava gjørt. Á hesum frumalbum hjá Aqua eru trý bretsk plettskot. Stílurin er 'eurodance' og størsta hittið var 'Barbie Girl'.
03-12-2022
'Hálvantímatátturin': Hildið verður fram frá síðsta leygarkvøldi við Sweet løgum; hesaferð árini 1974 til 1978 + eykalag frá 1980. Sweet staðfestir sína støðu sum rokkbólkur.
27-11-2022