Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: Get Lucky, Loverboy, 1981
29-01-2022
Mest keypta útgávan hjá Loverboy. Árið fyri var bólkurin blivin kendur við 'Turn Me Loose', meðan hittið hesaferð var 'Working For The Weekend'.

Samanborið við frum- og sjálvheitisplátuna undan 'Get Lucky', varð henda seld tvífalt so nógv í USA, tað vil siga 4-5 milliónir eintøk. Albumið var á Top 10; nr. 8 í Kanada og nr. 7 í USA, har tað var aftur og fram á Billboard 200 í tvey ár.

'All-Music' tónleikasíðan skrivaði: 'Glitrandi og skrøggandi hard-rokkur í new wave framleiðslu. Á plátuni eru nøkur útvarpsvinarlig løg, men grundin var ikki eins væl stoypt og stóra undirtøkan kann fáa ein at halda', er heildarmetingin hjá AllMusic.

Á 'RateYourMusic.com' skrivaði PeteBroad í august 2009, at Loverboy var ein av hesum bólkunum, sum legði til brots við einum gávaðum album og var í hæddini við aðru útgávu síni, sum í hesum føri er Temaplátan, 'Get Lucky'. Tíverri, aftaná hetta albumið fór alt skeiva vegin. Men 'Get Lucky' er fylt við klassiskum pop-rokk sangum, helt PeteBroad.

Sangarin, Mike Reno, og gittaristurin, Paul Dean, tóku stig til bólkin í 1979. Tað var í Calgary, Alberta, Kanada.

Upprunasending í Plátubarrini 22. januar 2022
 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Útgávan verður mangan nevnd diskoplátan hjá Abba. Kend hitt eru: 'Does Your Mother Know', 'I Have a Dream', 'Chiquitita', 'Voulez-Vous', og 'If It Wasn't For The Night'.
15-01-2023
Tann seinasta í eini røð við Whitesnake-útgávum, sum stór undirtøka var fyri. Størstu samtíðarhittini vóru: 'Fool For Your Loving '89' og 'The Deeper the Love'.
07-01-2023
Øll 12 løgini. Talan er um samrøðusending, her Steintór greiðir frá løgunum og hugleiðir um evni, ið geva honum íblástur. 'Góð góð góð' og 'Títt smíl' eru tvey nógv spæld løg.
31-12-2022
Eyðbjørn av Kamarinum greiðir frá lívi sínum við atliti til tónleikabólkin, 'Tey av Kamarinum', har hann var við øll árini. Í sendingini verða løg spæld frá 1959 til 2005.
31-12-2022
'Sunshine Reggae', 'Bakerman', 'Maybe I'm Crazy', 'High Society Girl', 'White Horse', 'One Life', 'Elevevator Boy', og eykalagið, 'Cocaine Cool'.
26-12-2022
Partvíst minnissending um Oliviu Newton-John, sum doyði í 2022. Vit hoyra hana einsamalla og saman við John Travolta, eins og 'Sha-na-na' spælir fleiri løg í sendingi
26-12-2022
Tað mest selda albumið hjá The Boss, ið var plettskot í níggju londum. Umframt heitislagið eru 'Dancing in the Dark', 'Cover Me', 'I'm Going Down', og 'I'm On Fire' kend løg.
17-12-2022
Mest selda Bowie albumið. Heitislagið var eisini eitt tað mest spælda lagið av øllum í fýrsunum. Onnur kend løg á útgávuni eru: 'China Girl', 'Modern Love', og 'Cat People'.
10-12-2022
'Í nátt falla flykrur' er heitið. Rani Nolsøe skrivaði lagið til hesa yrking hjá Sólrun Michelsen, skaldi. Rani Nolsøe og Ingibjørg Hansen syngja. Plátubarrin 3. desembur 2022
05-12-2022
Christine McVie doyði tann 30. novembur 2022. Hon var tangentspælarin í enskt-amerikanska bólkinum, Fleetwood Mac, ið eisini sang og skrivaði fleiri av kendastu løgunum.
03-12-2022
Tann mest selda útgávan, sum danir ella norðmenn hava gjørt. Á hesum frumalbum hjá Aqua eru trý bretsk plettskot. Stílurin er 'eurodance' og størsta hittið var 'Barbie Girl'.
03-12-2022
'Hálvantímatátturin': Hildið verður fram frá síðsta leygarkvøldi við Sweet løgum; hesaferð árini 1974 til 1978 + eykalag frá 1980. Sweet staðfestir sína støðu sum rokkbólkur.
27-11-2022