Samanumtikið: Hetta søgdu tey á Röddini í August

Paulina, hálvur indiáni og hálvur føroyingur.
Samanumtikið: Hetta søgdu tey á Röddini í August
Tað besta við at starvast sum tíðindafólk er, at tú sleppur at tosa við eina ørgrynnu av áhugaverdum fólkum. Í august prátaðu vit við nógv ymisk fólk m. a. ein hálvan indiána, ein tattovør og ein smølf fyri at nevna nøkur fá.
01.09.2013 - 20:45

 

- Tá ið eg var yngri, var eg eitt sindur flóv av tí. Eg møtti aldrin nøkrum, sum var og sá líka út sum eg, og eg helt, at tað var so løgið at vera indiáni. Eg minnist einaferð, at eg og mín besta vinkona runnu inn í hvørja aðra, tí vit vildu skifta um. Hon vildi vera myrk og eg hvít.

 

21 ára gamla Paulina, eitt av teimum fáu menniskjunum, sum kann kalla seg hálvan indiána og hálvan føroying.

 

 

- Eg havi altíð longst eftir onkrum sexutum og brutalum í tí føroysku listini. Onkrum við humor. So hugsaði eg bara, at tað hevði verið mega stuttligt at gjørt eitt hip hop video í Føroyum.

 

Heiðrik á Heygum um sítt nýggjasta sjónband “Norðlýsið”, sum hann gjørdi fyri Byrta.

 

 

- Vit verða knappliga avbrotin, tí tað bankar á hurðina. Vit royna at lata sum einki og mogga víðari, men so koma tey inn, sum bankaðu á hurðina. Roomies hjá gentuni. Eg skundi mær at koyra lakið rundan um meg, og tá eg hyggi upp, kenni eg eina av gentunum aftur....

 

Ein óheppin ungur føroyingur, sum í summar mátti sanna, at tað er ikki bara í Føroyum, at heimurin kann tykjast dekan ov lítil viðhvørt.

 

 

- Pápi mín er fullkomiliga deyvur, so hann er ikki ein maður av mongum orðum, men hann hevur síni andlitsbrøgd. Eg var undurbarnið hjá honum, altíð best í flokkinum, og tað fall ikki í góða jørð, at undurbarnið brádliga ætlaði sær at gerast tattovør. Í dag vilja øll vera tattovørar. Eg var ein av teimum heilt fyrstu í Íslandi, men hann plagdi bara at rista við høvdinum og senda mær eitt andlitsbrá, sum vísti fullkomna andstygd. 

 

Íslendski tattovørurin Fjølnir greiðir frá klikkaðum ungdómsárum í Reykjavík og um seinastu 18 árini, har hann hevur havt fleiri enn 10.000 kundar undir nálini. 

 

 

- Nakrir av teimum eldru næmingunum hava sproytað eitt sindur av vatni á fólk, men tað hoyrir jú til. Tað er ein siðvenja í Hoydølum, og tað er gott við nøkrum siðvenjum. Tað ger ikki tað, at mann følir seg minni vælkomnan.

 

17 ára gamli John í Innistovu, sum gongur á fyrsta ári í Hoydølum, eftir nógv rok  hevði verið í miðlunum um, at løgreglan og Ansni máttu verja fyrsta árs næmingarnar ímóti ketjupp og vatnballón-álopum frá eldru næmingum. 

 

 

- Føroyingar vita ov lítið um útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum, og veruleikin er tann, at tað er lættari at finna kunning um útbúgvingarnar í Danmark.

 

26 ára gamli Rói Poulsen, ið hevur tikið stig til bókina “Les og lær 2014”, har ein kann lesa alt um útbúgvingarnar, sum eru í Føroyum. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.