- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samanumtikið: G! Festivalurin 2015
Samanumtikið: G! Festivalurin 2015
Les ummæli av konsertum og síggj sjónbond og myndir frá G! Festivalinum 2015 - alt samlað her
19.07.2015 - 23:00
Ársins G! Festivalur er farin aftur um bak, fólk hava pakkað teltini saman og eru farin heimaftur. Hóast aldurnar skolaðu inn á sandin fríggjakvøldið, og skráin mátti tillagast, hevur veðrið verið fínt og hýrurin góður. Vit hava gjørt eitt yvirlit yvir allar greinar, sjónbond og myndir frá festivalinum. Góðan lesihug.
Mynd: Rakul J. Tróndheim
Ummæli
- Ljóðið á festivalinum var vánaligt, og tekniskir trupulleikar vóru, eisini var maturin vánaligur, sigur ummælarin hjá Röddini - Les Rís og rós á G!
- Hósdagin var opera at hoyra í fjósinum - les, hvussu tað riggaði, her
- "Tað er ikki eina helvtin av Byrtu, ið stendur á pallinum, tað er Guðrið Hansdóttir, og hon stendur sterk." Les ummæli av konsertini hjá Guðrið Hansdóttir
- Vit ummæla matin á festivalinum.
- Ongin trøllabinding í ár - Les ummælið av konsertini hjá Eivør.
Samrøður
- Merkið veittraði til konsertir, og fløgg vóru málað á kjálkarnar - les samrøður við festivalgestir um tjóðskaparligan anda á G!
- Hvat hava fólk upp á hjarta? Humans of G! varð endurtikið í ár.
- Les samrøðu, sum vit gjørdu við eina G! jómfrúgv úr Týsklandi.
- Vit gjørdu eisini eina samrøðu við Tanju Sleire, sum hevur verið á G! øll árini. Les samrøðnuna: Frá vaskigentu til bólkaleiðara á G!
- Tónleikarar viðmæla - vit spurdu, hvørjum mann skuldi lurta eftir leygarkvøldið.
- Les greinina "Kirkjan skal vera har, fólkið er", har vit tosaðu við fyriskiparan av G! kirkjuni.
- Les samrøðu við finskan fotograf, sum síðan 2008 hevur verið til nærum allar føroyskar málmskonsertir í Føroyum og uttanlands.
- Les greinina "Láturligur látur", sum snýr seg um flennitiltakið leygardagin.
Sjónbond
- Klárar tú at lýsa G! við einum orði? Tað gjørdu nakrir av festivalgestunum í sjónbandinum "G! í orðum".
- Vit tosaðu við Elinborg Pálsdóttir um millum annað familju og tónleik - síggj sjónbandið her.
- Vit vóru á tjaldingarøkinum og hildu, at festivalgestirnir høvdu brúk fyri at fáa ein posa av ísi útyvir seg - síggj, hvussu leikur fór fram her.
- Skopunhagen gjørdist ársins tjaldingarlega - síggj sjónband tá prísurin varð handaður teimum.
Myndir
- Gøta vaknar - síðstu penslastrokini verða strokin, tað verður lagt hond á tað síðsta, og økið byrjar at fyllast við gestum.
- Síggj myndir, tá Eliborg Pálsdóttir spældi á spæliplássinum.
- Hvussu sá tjaldingarøkið út eftir tveimum náttum? - síggj myndirnar her.
- Síggj myndarøðina "Pottar og kloddar".
- kleeeeemm - festivalgestirnir geva hvør øðrum eitt G! klemm - sí myndarøð.
- Hevði tú ringt við at finna fram til fyrstuhjálp? síggj "Skattaveiðina eftir sjúkrasystrum".
- Guðstænasta á G! - síggj, hvussu tað gekk fyri seg, her.
- Myndir frá fríggjadegnum.
- Hvat hava fólk í lummunum og taskunum, tá tey eru á festivali? Vit fingu gestirnir at tøma lummarnar - síggj myndarøðina.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |