Swangah gav fyri fáum tímum síðani út eitt nýtt staklag við heitinum "Áðrenn vit flagga". Eisini er hetta fyrsta sjónbandalagið hjá Swangah.
Tónleikurin er framleiddur av kenda hipp hopp bólkinum Snowgoons, sum vitjaðu G! festivalin í fjør. Snowgoons hava fyrr framleitt tónleik fyri Swangah, men eisini tónleik hjá kendum hipp hopp bólkum sum Jedi Mind Tricks, R.A. The Rugged Man og La Coka Nostra.
"Áðrenn vit flagga" er fyrsta lagið á komandi útgávuni hjá Swangah, sum kallast "Lán mær eitt oyra".