Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 22. sending
14-10-2021
Tvær nýggjar bilferjur verða bygdar til siglingina um Vestmannasund í 1970-árunum, hin fyrri Sam í 1970 og hin seinri í 1975

Eftir Seinra heimsbardaga verða fleiri royndir gjørdar við flúgving millum Føroyar og útheimin, men kortini uttan at luft av álvara kemur undir veingirnar.
Men í 1961 vendur Lars Larsen sær til stjóran í Iceland Air - Ørn Jónsson, við fyrispurningi um nakar áhugi er fyri at flúgva til Føroyar, um flogvøllurin í Vágum gerst nýtiligur.
Svarið úr Íslandi er jaligt, og fyrsta úrslitið av hesum sambandi millum føroyingar og íslendarar er greitt á vestanstevnu í juli 1962, tá ið fólk kunnu fara eina rundflúgving yvir Føroyar við einum flogfari hjá Flogfelag Íslands. Og nógv fólk fara á flog á Vestanstevnu.
Stutt eftir flogferðirnar á vestanstevnu verður partafelagið Flogfelag Føroya stovnað við teirri ætlan at fáa í lag regluligt flogsamband við útheimin. Hetta eydnast eisini í sekstiárunum, og sum frálíður gerast flogførini í Vágum fleiri og fleiri eins og talið av ferðafólki, sum ferðast um flogvøllin.
Hetta hevur eisini avbjóðingar við sær fyri farleiðina um Vestmannasund. Í 1965 verður postbáturin Ólavur, sum varð bygdur í Vestmanna í 1930, skiftur út við norska ferðamannaskipið Bragd, í 1970 kemur nýggja bilferjan Sam á Vestmanna, og fimm ár seinri - í 1975, fær Alfred Olsen eina mest sum sama slag bilferju, ið er nakað størri og sum eisini eitur Sam.
Í sendingini hesuferð tosa vit við Sámal Jákup Olsen, ið er abbasonur Alfred Olsen, ið lat báðar Sam bilferjurnar byggja, Heina F. Petersen og Dánjal Poulsen, ið løgdu bókaverkið Vága aamferðslusøga úr hondum, og Sofus Jacobsen, sum sigldi sum skipari um Vestamannasund í eini 20 ár.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Smyril var ótíðarhóskandi, longu áðrenn hann fór í sigling
24-05-2021
Framskygni eyðkendi Mjólkaforsýningina, tá ið bilferjan Tróndur varð keypt
15-05-2021
Farleiðin um Vestmannasund
08-05-2021
Selurin siglur um vágnað, og hví varð Oyggjarvegurin ikki samanbundin beinanvegin?
01-05-2021
Nýggja flaggskipið Pride kemur á Klaksvík og fyrsti tunnilin í Føroyum, Hvalbiartunnilin, verður tikin í nýtslu
24-04-2021
Mjólkabátar, Esso Søldarfjørð og Føroya Bjór
17-04-2021
Hvat eyðkendi 1950-árini, Másin og farleiðirnar eystan Múla og til Svínoyar og Fugloyar
12-04-2021
Babu og blá blunk. Samferðslusøgan umfatar eisini sjúkraflutning á sjógvi og landi og politibilar
27-03-2021
Hvalvíkskúgvin er fyrsta gravkúgvin, ið føroyingar hava keypt. Og hon var ein sonn kollvelting. Maskinan, sum kom til Føroya í 1949, er til enn
20-03-2021
Seinri heimsbardagi leggur upp til eina íðnaðarkollvelting í Vágum, Ritan verður ásigld, og Barsskor fer at sigla er millum evnini hesuferð
13-03-2021
Í 1930-árunum fáa vit nýggjan Smiril, Kjølbro setur Britons Pride í sigling, og Mjólkaforsýningin er framvegis sera virkin
06-03-2021
Fyrstu bilarnir koma til Føroyar, havnavígsla í Klaksvík, og kanska fyrsta tunnilsætlanin í Føroyum
27-02-2021