Vísindavøka (teknmálstulkað)

Vísindavøka '23 - Ása Maria Olsen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan & DTU - teknmálstulkað
09-08-2024

Ása Maria Olsen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan & DTU.

Søguligar dátur geva nýggja vitan um virusið handan hjartaklovning í alilaksi.
Ása Maria Olsen hevur Master í akvatiskum vísindum og tøkni við sergrein í aling frá Danmarks Tekniske Universitet.
Í Master útbúgvingini hevur hon serliga lagt dent á heilsu og vælferð hjá fiski.
Framløgan hjá Ásu Mariu Olsen tekur støði í master-ritgerð hennara, har hon hevur kannað søguligar dátur, ið geva nýggja vitan um virusið handna hjartaklovning í alilaksi.

Vísindavøka (teknmálstulkað)

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum. Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.