- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 minuttir
At sleppa at vera júst tann tú ert, tykist ofta at vera trupult í Føroyum, tí vit kenna øll hvønn annan og fortíðina hjá hvørjum øðrum. Tí er gott at sleppa burtur av og á, fyri at finna inn aftur til tín egna persón.
Tað heldur Sissal Kjartansdóttir Kristiansen í øllum førum. Hon ferðast javnan einsamøll til fjarskotin lond fyri at læra og fáa íblástur

25 minuttir
25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.
25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.
Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo
Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo
Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo