Grønland

Stjórnarskipanarnevndin skal halda fram í tvey ár. Nevndin skal skiftast út, og tað skal vera møguligt hjá øðrum enn politikarum at sita í nevndini.

Makrelfiskiskapurin í Grønlandi gongur væl, men óvist er, um skipini megna at fiska alla grønlendsku kvotuna í ár.

Í november í 2008 fóru grønlendingar á fólkaatkvøðu um sjálvstýri, men síðani er alt ov lítið hent á sjálvstýrisleiðini, sigur Sara Olsvig.

Grønlendsk børn eru hægri og sunnari enn áður. Tað vísir ein granskingarverkætlan sambært videnskab.dk.

Grønlendskir heilsumyndugleikar ávara nú íbúgvar í Ilulissat móti kynssjúkuni Syfilis.

Í Grønlandi vísa nýggj tøl fyri árið í fjør, at 13 fólk enn ikki eru komin aftur í aftur, eftir at tey eru horvin á sjónum.

1. juli í ár búðu 56.025 fólk í Grønlandi, tað eru 146 færri fólk enn sama tíðarskeið í fjør.

Grønlendska kringvarpið, KNR, skýrir hetta at vera eitt av størstu og mest rúgvusmiklu málunum um smugling av hassji.

Talið av kinesarum, sum búgva í Grønlandi er tvífaldað seinasta árið. Nú búgva fleiri kinesarar í Grønlandi, enn tað gera norðmenn og týskarar.

Almenna orkufelagið í Grønlandi, Nukissi-orfiit, fer nú at gera royndir við tveimum vindmyllum í Sisimiut, veit gønlendska kringvarpið at siga.

Síður