Grønland skal hava nýtt havrannsóknarskip

Grønland skal hava nýtt havrannsóknarskip
Fíggjarnevndin hjá grønlendska landstinginum tekur undir við uppskotinum frá landsstýrinum um at játta 200 milliónir til nýtt havrannsóknarskip.
Í heyst varð 47 ára gamla havrannsóknarskipið Pamiut lagt. Nú skulu grønlendingar hava nýtt rannsóknarskip.
 
29.08.2018 - 08:57

Tað eru ikki bara føroyingar, sum skulu hava nýtt havrannsóknarskip.

Fíggjarnevndin hjá grønlendska landstinginum tekur undir við uppskotinum frá landsstýrinum um at játta 200 milliónir krónur til nýtt havrannsóknarskip, skrivar grønlendska kringvarpið.

Nýggja skipið, sum eftir ætlan skal verða liðugt í 2020, skal avloysa 47 ára gamla Pamiut, sum varð lagt í heyst.

Grønlendski Náttúrustovnurin fegnast um at fáa tíðarhóskandi havrannsóknarskip, sum skal vera við til at tryggja vísindaliga grundarlagið undir grønlendska fiskiskapinum.

Ætlanin er at bjóða arbeiðið at smíða skipið út longu í hesum árinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542