Mismunur á fiski- og byggivinnuni í Grønlandi

Mismunur á fiski- og byggivinnuni í Grønlandi
Fiskiloyvi kunnu endurnýggjast, hóast viðkomandi skyldar tí almenna milliónir. Byggifyritøkur við almennari skuld sleppa ikki at luttaka í útboðum.
Erik Jensen er fiskimálaráðharri í Grønlandi, og hann sigur, at fiskimálaráðið ikki hevur ætlanir um at broyta galdani reglur um at útskriva fiskiloyvi.
 
28.08.2018 - 10:45

Í Grønlandi ber væl til at fáa fiskiloyvi endurnýggjað, hóast viðkomandi skyldar tí almenna fleiri milliónir. Men hevur ein byggifyritøka almenna skuld, so kann hon ikki taka lut í útboði av almennum byggjaríi.

Tann mismunin vil Sofia Geisler, nevndarlimur í fiskivinnnunevndini í grønlendska landstinginum, hava burtur, skrivar grønlendska kringvarpið.

- Mismunur skal ikki vera. Øðrumegin siga vit við byggifyritøkurnar, at mark er fyri, hvat tú kanst skylda tí almenna fyri at luttaka í útboði av almennum byggiverkætlanum. Hinumegin lata vit fiskiloyvi uttan at krevja nakað sum helst.

Hennara atfinningar koma eftir, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Erik Jensen, hevur svarað einum fyrispurningi frá henni, har tað kemur fram, at 17 loyvishavarar skylda tí almenna millum eina og fimm milliónir krónur, og at tveir loyvishavarar skylda millum fimm og tíggju milliónir krónur til tað almenna.

Men tað hevur ongan týdning, tá tað kemur til at endurnýggja fiskiloyvi, upplýsir landsstýrismaðurin í svari sínum til tingkvinnuna.

Tann mismunin millum fiskivinnuna og byggivinnuna vil Sofia Geisler, tinglimur hava burtur.

- Vinnurnar skulu vigast á sama grundarlagi, sigur hon við KNR.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur tó í svari sínum, at grønlendska landsstýrið ongar ætlanir hevur um at broyta galdandi reglur um at útskriva fiskiloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290