- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orknoyggjar 2025
Tað verður svimjarin Róland Toftum, sum ber Merkið fyri Føroyar, tá oyggjaleikasetanin verður á Orknoyggjum leygardagin 12. juli
Søguliga hevur svimjingin tryggjað Føroyum nógv heiðursmerki á oyggjaleikunum. Nú skal eitt nýtt ættarlið svimja fyri Føroyar – og tey ætla sær eisini nógv metal um hálsin
Føroyskur fimleikur er við aftur á oyggjaleikum. Hann hevur tað gott og ætlar sær fleiri heiðursmerki á Orknoyggjum. Stóra málið er at vinna liðkappingarnar
Ein spennandi tíð er fyri framman fyri Badminton í Føroyum. Oyggjaleikir verða í summar, og altjóða smálandakapping verður í vetur 2026