- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oyggjaleikavarpið #3: Fimleikurin aftur við

Í triðja parti av Oyggjaleikavarpinum er Pól Esber Hansen, formaður í Fimleikasambandinum, gestur. Tólv fimleikarar fara avstað til oyggjaleikirnar, sum verða frá 12. juli til 18. juli á Orknoyggjunum.
- Vit eru til reiðar at fara. Vit senda tvey sterk lið avstað, og alt er klárt. Tað tekur á leið eitt ár at gera øll klár til oyggjaleikirnar, men nú eru bara smálutir eftir, sigur Pól Esber Hansen, formaðurin í Fimleikasambandinum.
Seks dreingir og seks gentir fara til Orknoyggjar. Fimleikurin skal kappast í trimum greinum. Fyrst í liðkapping, síðani ein FIG-kapping og síðani eru tað bundnu seriurnar, sum eru serstakar fyri oyggjaleikirnar.
- Hetta er meira umfatandi, enn um vit fóru til eina NM-kapping, tí tað eru tríggjar kappingar, heldur enn tvær. Av tí sama skulu fimleikarnir eisini gera nógv meira enn vanligt, og tað skulu tey fyrireika seg upp á, sigur formaðurin í Fimleikasambandinum.
Tað gongur aftur í øllum ítróttagreinunum, at oyggjaleikirnar eru serstøk kapping. Tað er eitt øðrvísi trýst á og eitt serligt huglag til kappingarnar.
- Tað er nógv meira larmur í høllini á oyggjaleikum enn til eina vanliga kapping. Tá skulu fólk helst ikki tosa, so tað er eitt sindur undarligt. Vit hava havt onkrar hendingar við eitt nú gentum á bita. Tað er skjótt at detta av, um tú missur fokus eina løtu, forklárar Pól Esber Hansen.
Hann var sjálvur við á Isle of Man í 2001 og Guernsey í 2003 sum fimleikari.
- Tað var stuttlig, og eg minnist serliga, at Helgi Winter Olsen vann næstan alt á Isle of Man. Oyggjaleikir eru ein serlig kapping, sjálvt um hon kanska ikki er á hægsta stigi, men hetta er OL fyri hesar oyggjarnar, sigur formaðurin.
Pól Esber Hansen skal eisini við sum dómari. Hann hevur verið altjóða dómari síðani 2016 og hevur dømt fleiri av stóru kappingunum.
SÍ EISINI: Alt um oyggjaleikir
Vilja hava fleiri heiðursmerki
Tað er nógv heiðursmerki at heinta í fimleiki, tí tú kanst bæði vinna samanlagt og í hvørjum einstøkum amboði.
- Heiðursmerki fáa vit heilt sikkurt. Eg haldi, at fimleikararnir vilja helst vinna liðkappingina, tí tá fáa øll eitt heiðursmerki. Genturnar hava ikki vunnið liðkapping fyrr. Eg tori ikki at seta tal á, men tað verður vónandi eitt stórt tal, sigur Pól Esber Hansen og leggur afturat:
- Dreingirnir hava vunnið liðkappingina fleiri ár upp í slag. Har er gott nokk stór útskifting, men tað eru dugnaligir fimleikarar, sum koma við. Tær á gentuliðnum eru eisini dugnaligar. Har verður kappingin millum Isle of Man, Bermuda og Føroyar.
Hjá einstaklingum er tað vert at hava eyguni eftir Miu Højgaard, og hjá deingjunum verða tað Bjarki Johannesen og Torleivur Christiansen. Eisini kann Rókur Sumberg Vestergaard nevnast í beinsveiggj.
Pól Esber Hansen metir, at hetta er eitt tað sterkasta liðið, sum vit hava havt. Vit hava fimleikarar, sum klára seg avbera væl í Danmark og umboða danska landsliðið til kappingar.
- Vit eru eitt sindur avmarkað, tá tað kemur til tær stóru kappingarnar sum EM, HM og Olympisku leikirnar, tí vit eru ikki fullir limir í FIG. Tí skulu vit luttaka gjøgnum Danmark. Vit hava tó upplivað, at Danmark eina ferð sendi tríggjar fimleikarar avstað til HM og allir vóru føroyingar.
Hesi umboða Føroyar í fimleiki á Orknoyggjum:
Anna Sofía Højsted
Maite Lív Neves Ellendersen
Marin Danielsen
Mia Højgaard
Oddvør Alberta Kimsdóttir
Ronja Johannesen
Ari Poulsen
Bjarki í Jákupstovu
Bjarki Johannesen
Bjarti Skylv Hansen
Rókur Sumberg Vestergaard
Torleivur Christiansen























