Róland Toftum ber flaggið

bannari
Róland Toftum ber flaggið
Tað verður svimjarin Róland Toftum, sum ber Merkið fyri Føroyar, tá oyggjaleikasetanin verður á Orknoyggjum leygardagin 12. juli
Róland Toftum fær heiðurin sum flaggberi, tá oyggjaleikasetanin verður á Orknoyggjum leygardagin 12. juli
Mynd: Ítróttasamband Føroya  
 
04.07.2025 - 10:51

Tá ið oyggjaleikirnir í Orknoyggjum verða settir leygardagin 12. juli, er tað svimjarin Róland Toftum, sum ber Merkið fyri Føroyar.

Oyggjaleikasetanin er ein serstøk hátíðarløta á øllum oyggjaleikum, og fleiri fastir siðir er knýttir at setanini. Ein teirra er løtan, tá ið øll ítróttafólkini ganga skrúðgongu inn til setanina við hvør sínum flaggbera á odda. 

Føroyski flaggberin er Róland Toftum. Róland Toftum er 27 ára gamal og hevur svomið, síðani hann var barn. Hann hevur kappast á fleiri oyggjaleikum og øðrum altjóða kappingum umboðandi Føroyar. Róland vann gull á bæði 100 og 50 metrum bringu í Gibraltar í 2019 og eigur umframt hesi fleiri onnur heiðursmerki í bæði einstaklinga og liðsvimjing.

Róland hevur treiskast og svomið í mótvindi øll árini, tí samstundis sum hann hevur verið ein av okkara fremstu svimjarum, hevur hann stríðst við astmu og herviliga giktsjúku. Seinastu tvey árini hevur Róland Toftum verið venjari í barndómsfelagi sínum Susvim.

– Tað er ein øgiliga stórur heiður at fáa hetta álitið. Og eg eri sera spentur til bæði setanina og leikirnar, sigur føroyski svimjarin, venjarin og flaggberin Róland Toftum

Oyggjaleikir í Orknoyggjum byrja leygardagin 12. juli við setanini og enda fríggjakvøldið 18. juli 2025. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576