- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oyggjaleikavarpið #2: Spennandi tíð fyri badminton í Føroyum

Hesa ferð varpar Oyggjaleikavarpið ljós á Badminton í Føroyum. Gestir eru Mariann Øster, næstforkvinna í Badmintonsambandinum, og Sofía Olsen, skrivari og nevndarmlimur. Tær eru báðar á einum máli um, at badminton í Føroyum hevur eina spennandi tíð fyri framman.
Fyrireikingarnar til oyggjaleikir á Orknoyggjunum, sum verða frá 12. juli til 18. juli, eru í gongd. Soleiðis er eisini hjá Badmintonsambandinum, sum hevur 10 spælarar við. Fimm kvinnur og fimm menn. Skráin er drúgv, og viðhvørt eru fleiri dystir um dagin, og spælt verður næstan alla vikuna.
- Hetta er tað størsta fyri okkara badmintonspælarar, og hetta er kappingin, sum tey gleða seg mest til, sigur Mariann Øster.
- Tað er eisini nakað heilt serligt, at tey fara avstað sum eitt land. Til dagligt eru vit bara ein lítil ítróttur í Føroyum. Sjálvt um tey spæla nógvar kappingar og venja nógv, er mest fokus á teimum til oyggjaleikir, sigur Sofía Olsen.
Tað fara 10 spælarar við til Orknoyggjar. Talan er um teir bestu spælararnar í landinum. Millum annað FM-vinnararnir Rúna Øster og Miriam í Grótinum. Tað er Fai Yin Wong, landsliðsvenjari, ið hevur staðið fyri úttøkuni. Skráin hjá badminton byrjar sunnudagin 13. juli við liðkappingini, sum er í tveir dagar. Síðan byrja einstaklingakappingarnar. Sermerkt fyri millum annað badminton er, at talan er um langar dagar.
- Vit lenda, venja, fara til setan og so byrja kappingarnar. Síðani verður spælt næstan líka til endahátíðina, sigur Sofía Olsen.
Hetta setur stór krøv til spælararnar, sum fyrst av øllum skulu vera í góðari venjing, men tey skulu eisini eta og sova rætt á leikunum. Tað verður minni pláss til at fara út ein túr og hugna sær og fáa sær okkurt at eta á eini matstovu.
- Tað setur eisini stór krøv til spælararnar sálarliga. Tey skulu tola at verða móð og samstundis vísa, at hetta er tað, tey vilja, sigur Mariann Øster.
SÍ EISINI: Alt um oyggjaleikirnar
Vóna at fáa fleiri heiðursmerki
Føroyar vunnu gull í liðkappingini í fjør. Vónin er at verja gullheiðursmerkið. Grønland er altíð ein kappingarneyti, meðan tað á øðrum oyggjum verður sagt, at fleiri av stinnastu spælarum ikki spæla longur. Spurningurin er so, um aðrir ungir spælarar traðka til.
- Tað er tað, sum er spennandi. Tað kunnu verða ungdómsspælarar, ið eru blivnir betri, ella oyggjar, sum vit ikki vanliga hoyra um, vísa seg, sigur Sofía Olsen.
Her verður millum annað nevnt, at vertsoyggjarnar hava lagt nógv fyri at bjóða av hesa ferð. Í einstaklingakappingini eru vónirnar størstar til FM-vinnararnar Rúna Øster og Miriam í Grótinum. Tað verður ikki sett tal á heiðursmerkini, men ongin ivi er um, at Badmintonsambandið vónar, at tað koma fleiri heim við.
- Vit fingu níggju heiðursmerki á seinastu oyggjaleikunum. Tað er besta árið nakrantíð. So vit satsa upp á á leið tað sama ella har um, sigur Mariann Øster. Sofía Olsen leggur eisini afturat, at tað verður arbeitt hart á øllum økjum, og at spælararnir hava vant nógv og málrættað til kappingina.
Ein spennandi tíð fyri framman
Føroyar verða vertir fyri Small States of Europe Badminton Championships kappingini í novembur 2026. Føroyar vóru í fjør á Kýpros til ta kappingina, og tá tóku níggju lond lut. Málið er at fáa 12 luttakandi lond.
- Hetta verður góð fyrireiking til at hýsa badminton á oyggjaleikunum í 2027. Vit arbeiða nú við at fáa undirlag og onnur viðurskifti upp á pláss, og vit leggja okkum eftir altjóða standardinum. Vit ynskja, at oyggjaleikirnir skulu verða eyka góðir í Føroyum, sigur Mariann Øster.
Og kalendarin sær ikki minni spennandi út í 2028, tá Small States of Europe Badminton Championships kappingin verður í Monako.
- Tað er fleiri spælarar, eisini yngri, sum hyggja at kalendaranum og vilja sleppa á landsliðið til oyggjaleikir í Føroyum og Small States kappingina í Monako, leggur Mariann Øster afturat.
Fleiri av føroysku spælarunum venja og spæla í Danmark í samband við útbúgving og lestur. Her heima í Føroyum leggur Fai Yin Wong lag á, og tað legst afturat við ungum spælarum. Niðurstøðan er, at badminton í Føroyum hevur tað gott og er í menning.
Hesi umboða Føroyar í badminton á Orknoyggjum:
Magnus Dal-Christiansen, HBF
Rúni Øster, HBF
Jónas Djurhuus, HBF
Asbjørn Olsen, HBF
Christian Berg Petersen, HBF
Sanna Thorkildshøj, HBF
Mia Thorkildshøj, HBF
Ranja Joensen, KBF
Miriam í Grótinum, HBF
Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF




























