- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orknoyggjar 2025
Fimleikakvinnurnar hjá Føroyum gjørdu monnunum kynstri eftir, tá tær vunnu liðkappingina og løgdu fleiri einstaklingamedaljur afturat í set-serium
Jónas G. Isaksen hevur havt skaðar at dragast við, men mándagin smakkaði hann aftur søta sigurin, tá hann vann 400 metur renningini á oyggjaleikum
Føroyska badmintonliðið fær antin gull ella silvur í liðkappingini. Tey vunnu tryggan 3-0 sigur á Menorka í liðkappingini, og skulu møta Grønlandi í finaluni í kvøld
Tvey føroysk met, eitt juniormet, eitt landsliðsmet og svimjarar í 10 av 11 finalum í kvøld. Føroysk svimjing vísti seg fram í innleiðandi kappingunum mánadag fyrrapart
Føroysku menninir í amboðsfimleiki vunnu liðkappingina og fingu fleiri heiðursmerki í sonevndu set-seriunum
Fyrsti kappingardagurin á oyggjaleikunum bjóðaði upp á hørð smasj og skjótar spurtir undir sólinií Kirkwall
Føroyska badmintonliðið vann sín innleiðandi bólk við sigrum á Ynys Môn, Caymanoyggjunum og Guernsey