Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Karlamagnusarbreyt 34 í Hoyvík
07-06-2021
Tey ungu við menningartarni, ið búgva í Búfelagsskapinum Karlamagnusarbreyt 34 í Hoyvík, eru fegin um at hava fingið sína egnu íbúð og at hava eitt arbeiði at møta upp til

Elis Mikkelsen, Maiken Olsen, Sharada Ýr Unadóttir og Dánjal Gram Høgnesen eru fegin at vísa okkum runt í íbúðini, og vit hitta eisini trý av teimum arbeiðsplássinum. Elis vaskar bilar og annað á Sjúkraflutningstænastuni, Maiken arbeiðir í køkinum í Kringvarpinum, Sharada hjálpir til at rudda og vaska á Glasir og Dánjal er í køkinum á Verkstaðnum Vón. Tey fýra eru á einum máli um, at tað er gott og gagnligt at hava egna íbúð.

 

Vit hitta eisini Marjuna Niklasdóttir og Tummas Wilhelm, tá tey um kvøldið samlast við hinum í felagshølinum at hyggja eftir Eurovision og at spæla spøl.

 

Diana Solberg Mouritsen, sum er leiðari fyri Búfelagsskapin Karlamagnusarbreyt 34, sigur, at tað riggar væl at hesi ungu fólkini hava sítt egna. Tey kunnu kortini altíð venda sær til starvsfólk tá tey hava brúk er fyri hjálp ella vegleiðing.

 

Í sendingini greiðir Doris Hansen frá, hvussu stór broytingin hevur verið hesi hálvthundrað árini síðani Javni varð sett á stovn. Doris gav út bókina "Søgan um hini", sum m.a. greiðir frá tá menningartarnaðir føroyingar vórðu sendir til Danmarkar. Og Borný Jóhansdóttir, sum er mamma Sharadu, greiðir frá hvussu glað hon er fyri framgongdina hjá dóttrini og at hon nú hevur fingið egna íbúð.

 

Hini, sum vit hoyra málið á í sendingini, eru: Gunnnar Hjelm, Jón Svein Heinesen, Ragnar A. Jacobsen og Elin Dagbjartsdóttir

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Bygdin Skarð, sum varð avtoftað fyri meira enn hundrað árum síðani, hevur serstaka søgu. Allir vaksnir menn í bygdini fórust við Skarðsbátinum og tað hevur merkt fólkið nógv
21-03-2022
Býlingurin á Hvítanesi á Tvøroyri hevur einki við bygdina Hvítanes at gera. Býlingurin hevur sína egnu søgu við gomlum arbeiðsplássi
14-03-2022
Tróndargøta er í hjartanum í høvuðsstaðnum. Serliga tann niðasti og elsti parturin er hugnaligur, tí har er eingin gjøgnumkoyring og fólk ganga mitt eftir gøtuni
07-03-2022
Í dag vitjar forvitna mikrofonin á Regnavegnum, sum gamli Ovari vegur á Toftum nú eitur. Tey, sum vit hitta har, greiða frá nógvum áhugaverdum upplivingum og hendingum
28-02-2022
Umsíðir eru dansifeløgini kring landið farin til verka aftur. Á túrinum í dag vitja vit Ung í dansi í Mikladali, Klaksvíkar Dansifelag og Stígum fast í Dali
21-02-2022
Mat- og Moldmentanarháskúlin á Sandi hevur til endamáls at læra okkum at klára okkum við grøðina, sum veksur í okkara egnu mold. Tað er partur av okkara samleika, sigur skúlin
14-02-2022
Hóast lítið fólk býr fast í Svínoy, so er bygdin í hesum døgum merkt av virkinum, sum alir rognkelsi at basa laksalúsini og bátasavninum, sum nú skal byggjast
07-02-2022
Svínoy man vera millum elstu bygdir í landinum. Í 900-talinum var Svínoyar-Bjarni bóndi her, og er við í Føroyingasøgu. Fólkatalið í Svínoy er nógv minkað seinastu árini
24-01-2022
Áhugin fyri staðarnøvnum er vaksin aftur. Bók er júst komin út við staðarnøvnum í Mykinesi, og við Gjógv er serliga nógv gjørt burtur úr staðarnøvnum bæði innan- og uttangarðs
17-01-2022
Oda Johannesen, Olaf Haldansen og Jákup í Gerðinum, sum eru meira enn hálvtriðhundrað ár tilsamans, tosa serliga um barnaminnir í Vestmanna og á Signabø
10-01-2022
Mong húsarhald hava fastan sið, hvat verður etið teir ymisku jóladagarnar. Á hesum túrinum hoya vit um ymiskan jólamat
06-12-2021
Á Ískaiini á vestara havnarlagi í Havn er lív í egningarskúrunum. Júst nú hava átta bátar fingið ein skúr sum teir eru saman um
29-11-2021