Fyrsti skatturin av pensjónsgjaldinum gav 7,6 mió. kr.

Fyrsti skatturin av pensjónsgjaldinum gav 7,6 mió. kr.
Góðar 10.000 eftirlønarflytingar eru farnar um afturhaldsskipanina hjá Taks

27.01.2012 - 16:12

Hesar dagarnar verða tær fyrstu flytingarnar av eftirlønum
gjørdar, síðan lógarbroytingarnar um skatting av eftirløn við inngjald komu í
gildi. Nýggjastu tølini úr afturhaldsskipanini hjá TAKS siga, at í dag vóru 10.052 eftirlønarflytingar farnar um
afturhaldsskipanina.

Fluttar eru góðar 22 millónir krónur. Av hesum eru góðar 19 milliónir fluttar á føroyskar eftirlønarskipanir, og restin er farin á
eftirlønaruppsparingar uttanlands.

Av teimum 19 milliónunum krónunum eru  7,6 milliónir afturhildnar skatti.

Vórðu eftirlønirnar, sum eru fluttar av landinum, eisini skattaðar nú, hevði øll skattaupphæddin verið slakar níggju milliónir krónur, upplýsir Taks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717