Finnland fær nýggjan forseta

Finnland fær nýggjan forseta
Sauli Niinistö, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, flytir í forsetaborgina 1. mars

06.02.2012 - 11:18

Sauli Niinistö vann forsetavalið í Finnlandi í gjár.

Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin úr Savningarflokkinum fekk 62,6 prosent av atkvøðunum.

- Tað var betri enn eg væntaði, sigur nýggi forsetin, sum sambært Ritzau lovar at vera forseti hjá øllum finnlendingum.

Mótstøðumaðurin, fyrrverandi menningar- og umhvørvisráðharrin, Pekka Haavisto úr Grøna Flokkinum, fekk 37,4 prosent av atkvøðunum.

Báðir taka undir við evruni.

Niinistö verður 12 forseti Finnlands, og tað er fyrstu ferð í 55 ár, at Savningarflokkurin fær forsetan, og fyrstu ferð í 30 ár, at ríkisleiðarin ikki er sosialdemokratur.

Nýggi forsetin tekur við eftir væl umtóktu Tarju Halonen, sum ikki kundi stilla uppaftur, tí  hon hevur sitið tvey valskeið. Hon var landsins fyrsti kvinnuligi forseti.

Sauli Niinistö tekur við 1. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190