Vænta og vóna at skapa meira enn ímóti Grikkalandi

Vænta og vóna at skapa meira enn ímóti Grikkalandi
Føroyska kvinnulandsliðið fer í kvøld á vøllin móti Georgia við eini vón um at spæla betri og fáa meira burturúr, enn í seinasta dystinum móti Grikkalandi.
Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum.
 
18.04.2026 - 12:38

- Vit hava góðar vónir. Georgia verður ein øðvísi dystur enn ímóti Grikkalandi. Georgia hevur ikki somu styrkina sum Grikkaland, sigur landsliðsvenjarin Pætur Smith Clementsen undan HM-undankappingardystinum ímóti Georgia á Tórsvølli í dag.

Hann væntar og vónar, at føroyska liðið fer at skapa meira enn farna týsdag, tá Føroyar taptu 3-2 fyri Grikkalandi. 

Hóast Føroyar á pappírinum eru favorittar, vil Pætur Smith Clementsen ikki tosa um, at ein sigur er eitt krav. Fokus er heldur á avrikið.

- Vit fara at gera alt fyri at fáa so nógv burturúr sum møguligt, sigur hann. 

Hoyr samrøðuna við Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjara hjá føroysku fótbóltskvinnunum, í útvarpstíðindinum.

1807586

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776