Í lagi at hava almenn vakmyndatól

Í lagi at hava almenn vakmyndatól
Nógv tey flestu, sum vórðu spurd í Gallup-kanningini, halda tað vera í lagi at hava vakmyndatól á almennum støðum

07.02.2012 - 14:35

Føroyingar halda, at vakmyndatól á almennum støðum eru í lagi.

81 prosent av teimum spurdu í kanningini, sum Gallup gjørdi fyri Dátueftirlitið, svaraðu ja, tá tey blivu spurd, um tað skal vera loyvt at hava vakmyndatól á almennum støðum, so sum handlum. 12 prosent svaraðu nei.

Eitt sindur fleiri menn enn kvinnur hava ongan ampa av vakmyndatólunum. Yngri fólk eru, minni ræðast tey bakmyndatólini. Serliga tey, sum eru 60 ár ella eldri, eru ivingarsom.

Kanningin vísir eisini, at tey við teimum høgu inntøkunum góðtaka vakmyndatólini betur enn tey lágløntu.

Áhugavert er eisini, at í Sandoynni eru nógv færri, sum svara ja enn aðra staðni í landinum.

Fólk vórðu eisini spurd, hvar vakmyndatól eiga at vera loyvd. Har fingu handlar 78 prosent, og aftast eru matstovur við 39 prosentum.

Náttarlív og vakmyndatól verða ofta nevnd í sama setningi. Gallup spurdi um vakmyndatól á vertshúsum og barrum, í lagi svaraðu 51 prosent, á Tinghúsvøllinum og Vaglinum í Havn, í lagi svaraðu 61 prosent, og 62 prosent vilja hava eftirlit í Steinatúni og Klubbagarðinum, sum eisini eru í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483