Fleiri sambandsmenn taka undir við tilfeingisgjaldi

Fleiri sambandsmenn taka undir við tilfeingisgjaldi
Reimund Langgaard, løgtingsmaður, og Johan Dahl, landsstýrsmaður, siga, at uppsjóvarfiskurin eigur at geva landskassanum fleiri hundrað milliónir í inntøku

10.02.2012 - 10:26

Ein tingmaður afturat í Sambandsflokkinum mælir nú til tilfeingisgjald á makrel.

Reimund Langgaard sigur í grein á Vágaportalinum í dag, at landskassin eigur at fáa í minsta lagi 150 miliónir krónur í beinleiðis inntøkum frá makrelinum, umframt aðrar avleiddar inntøkur, so sum skatt og partafelagsskatt.

- Endamálið má vera, at ogn Føroya fólks verður gagnnýtt á besta hátt, soleiðis at
føroysk skip við føroyskari manning eins og føroysk virki á landi við føroyskari
arbeiðsmegi fáa gagnnýtt tað føroyska tilfeingið, umframt at undirskotið á
fíggjarlógini lækkar í minsta lagi niður í 200 milliónir krónur, skrivar Reimund Langgaard.

Hann sigur eisini, at samfelagið er ov dýrt at reka, og tí eigur inntøkan frá tilfeinginum ikki at taka uppgávuna frá politikarunum at rasjonalisera samfelagið.

Frammanundan hava Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Johan Dahl, landsstýrismaður, og Eivin Jacobsen, løgtingsmaður, allir úr Sambandsflokkinum, mælt til tilfeingisgjald.

Johan Dahl skrivar í eini kronikk, at landskassin kann vænta at fáa millum hálvt annað hundrað og góðar 300 milliónir krónur í tilfeingsigjaldi frá uppsjóvarfiski longu í ár.

Løgmaður hevur sett ein arbeiðsbólk í samgonguni at gera uppskot um framtíðar uppsjóvartilfeingi.

Mynd. Reimund Langgaard heldur, at makrelurin eigur at geva landskassanum í minsta lagi 150 milliónir kr. í inntøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947